Landsfundur
Klaksvík: Sámal Petur í Grund er nú alment vorðin formaður í Sjálvstýrisflokkinum. Helena Dam á Neystaø boðaði á landsfundinum frá, at hon leggur frá sær, og næstformaðurin tekur við. Næstformaður er Sámal Petur í Grund.
Eftir at staðfest varð, at aðalfundirin hjá Sjálvstýrisflokkinum ikki var viðtøkuførur, var støðan tann, at Helena Dam á Neystabø framvegis var formaður í flokkinum, til nýggjur var valdur á nýggjum aðalfundi.
Aðalfundurin varð slitin, og farið varð undir landsfundin. Har hendi tað, at Helena Dam á Neystabø boðaði fá, at hon legði formansstarvið frá sær beinanveg, og næstformaðurin tók tí við.
Politiski næstformaðurin í sjálvstýrisflokkinum eitur Sámal Petur íGrund, og hóast hann ikki er valdur á aðalfundi, er hann nú kortini formaður í Sjálvstýrisflokkinum