Sámal Petur er royndur politikari og hevur fyrr havt sæti á tingi. Eisini hevur hann í tveimum umførum røkt starvið sum landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin, fyrst eitt valskeið sum landstýrismaður í vinnumálum og seinni eitt styttri tíðarskeið sum almanna- og heilsumálaráðharri.
Hann trein inn á politiska pallin í 1994, tá hann gjødist landsstýrismaður í samgonguni millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Verkamannafylkingina og Sjálvstýrisflokkin. Hann fekk eisini tann ivasama heiður at verða tann fyrsti landsstýrismaðurin, sum løgmaður koyrdi frá. Hetta var í desember í 1997, tá Edmund Joensen sum tann fyrsti løgmaður nýtti hesa heimild, sum løgmaður fekk við nýggju stýrisskipanini.
Sámal Petur í Grund varð valdur á ting í 1998 við 533 atkvøður – hann fekk tíggju ferðir so nógvar atkvøður, sum Kári P. Højgaard, sum við hetta valið fekk 53 atkvøður. Men á valinum í 2002 var tað Kári P. Højgaard, sum dró longra stráðið.
Á løgtingsvalinum 2008 fekk Sámal Petur fjórðflestar atkvøður á lista Sjálvstýrisfloksins, og situr sum annar varamaður.
Nú Sámal Petur í Grund hevur tikið sæti, hava fýra varalimir fingið møguleikan at taka sæti á tingi hetta valskeiðið. Kári Petersen er fyrsti eykamaður og hevur verið inni nakrar ferðir. Eisini Kristina Toftegaard Larsen og Rúna Sivertsen vóru inni eina viku í februar.
- Sjálvstýrisflokkin metir tað vera eina styrki, at fleiri røddir innan flokkin eru við til mynda flokkin og seta politisku dagskránna, sigur flokkurin.










