? Hesin arbeiðshátturin hjá Finnboga Arge, landsstýrismanni skal steðgast.
? Og so verða teir midlar tiknir í brúk, sum neyðugir eru.
Sámal Petur í Grund, formaður sjálvstýrisfloksins á tingi, útihýsir ikki møguleikanum fyri at leggja uppskot fyri tingið um misálitisváttan á Finnboga Arge, landsstýrismann.
Hann útihýsir heldur ikki møguleikanum fyri at leggja málið um at leggja Strandferðsluna og Landsverkfrøðingin heild, fyri tingið og at fáa tingið at taka støðu til málið sum heild.
Formaðurin í sjálvstýrisflokkinum sigur, at hann er beinleiðis óður inn á landsstýrismannin í vinnu- og samferðslumálum, Finnboga Arge.
? Eitt er, at landsstýrismaðurin letur alt tað politiska baklandið í samgonguni frætta í fjølmiðlunun, at hann hevur lagt tveir av teimum størstu almennu stovnunum saman,
? Tað kann yvirhævur ikki góðtakast.
? Men at hann so kemur í útvarpinum í dag og næstan slær upp í glens, at funnist verður at honum, hevur gjørt meg beinleiðis óðan.
? Finnbogi Arge segði, at sjálvandi koma reaktiónir, tá ið man ger okkurt, men at hann fór at halda fram, tí hann hevði fingið eina uppgávu frá løgmanni
? Hetta er at niðurgerða sínar politisku samstarvsfelagar í samgongu og í tingi, tí hann nevnir ikki løgtingið.
Sámal Petur í Grund sigur, at hann kennir arbeiðsháttin aftur frá Skálafjaðrarsiglingini.
?Tá ið hon var niðurløgd, frættu vit um tað í fjølmiðlunum frammaundan. Tað politiska baklandið varð ikki kunnað við einum orði.
? Hesin framferðarhátturin kann heilt einfalt ikki góðakast.
? Men við hesum er ikki sagt, at tað eisini er skeivt at leggja báðar stovnarnar saman, tí tað veit eg ikki. ? Men framferðin kann ikki góðtakast.
?Hesin framferðarhátturin hjá Finnboga Arge skal steðgast, leggur hann einaferð afturar dent á.
? Tí sjálvandi krevur tað stórar og neyvar politiskar tingingar, áðrenn tveir av landins størstu stovnum verða lagdir saman.
Hann vísir m.a. á, hvussu harmur løgmaður fyrr í vikuni var um, at uttanlandsnevndin ikki var kunnað um gongdina í marknaðtrætuni ímillum Føroyar og Bretland, men hoyrdu um tað í fjølmiðlunum.
Hvussu Finnbogi Arge so verður steðgaður, veldst í stóran mun um landsstýrismannin sjálvan.
? Hann kann velja at broyta arbeiðslag.
? Men dugir hann ikki tað, er tað uppgávan hjá løgmanni at tosa hann til rættis.
? Gongur tað heldur ikki, er bara tingið eftir.
Og Sámal Petur í Grund útihýsir als ikki, at uppskot um misálit á Landsstýrismannin verður lagt fyri tingið.
? Men tað er heilt avgjørt síðsti útvegur og verður ikki gjørt fyrrenn allar aðrar royndir eru miseydnaðar.
? Men steðgast, tað skal hann, og so verða teir miðlar tiknir í brúk, sum eru neyðugir, endurtekur hann einaferð enn.
Spurningurin er so, hvat hendir í hesum ítøkiliga málinum um Landsverkfrøðingin og Strandferðsluna?
Sámal Petur í Grund sigur, at tað er púra greitt, at málið skal takast upp í samgonguni
? Samgongufundur er fráboðaður, og har mugu vit fáa ein frágreiðing um tað, sum er hent.
? Hvat so hendur, veldst um ta frágreiðingina vit fáa frá landsstýrismanninum.
? Men verða vit ikki nøgd við frágreiðingina verður farið víðari við málinum. Hvussu og hvat veit hann ikki enn.
Formaður sjálvstýrisfloksins sigur, at tað kann saktans koma uppá tal, at málið verður lagt fyri tingið, so at tingið sleppur at viðgera samanleggingina.
? Tá kann tað henda, at løgtingið tekur málið úr hondunum á honum.
? Tí hetta er eitt stórmál. ?Metir landsstýrismaðurin, at hetta er ein reinur fyrisitingarligur spurningur, sum hann kann avgreiða uttanum politiska valdið, so er tað skyldan hjá einum samlaðum løgtingið at steðga slíkari framferð, sigur Sámal Petur í Grund.
Men hinvegin dugir formaðurin í sjálvstýrisflokkinum ikki at hugsa sær, at sjálvstýrisflokkurin fer at krevja, at uppsøgnin av landsverkfrøðinginum verður tikin aftur.










