Sámal Petur er nú formaður

Á eykaaðalfundi hjá Sjálvstýrisflokkinum, sum varð hildin í Klaksvík leygardagin, varð Sámal Petur í Grund valdur til politiskan formann í flokkinum

 

Formansval


Tað tók eina viku hjá Sjálvstýrisflokkinum at fáa valt Sámal Petur í Grund til formann. Men leygardagin varð formanssessur hansara endaliga staðfestur á eykaaðalfundi í Klaskvík.

Eykaaðalfundurin valdi samstundis Eyðun Elttør, landsstýrinmann, til næstforman.

Landsnevndarval var eisini, og varð landsnevndin afturvald við tí undantaki, at veteranurin í Klaksvík, Schuman Hansen, valdi at bíta um sess við tiltakslimin Jan Joensen. Schumann Hansen er nú tiltakslimur. Eisini Edvard Hermansen, landsnevndarformaður, tók við afturvali. Nýggja landsnevndin hevur tó ikki skipað seg enn.

Eykaaðalfundurin valdi eisini tveir limir í starvsnevndina. Tey eru Petur Oliver í Hoyvík, umboðandi Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, og Ása Olsen, sum umboðar Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag.

Sámal Petur í Grund, formaður, sigur, at fundurin var væl mannaður. Tvey umboð møttu ikki vegna forfall, sigur hann. Fundurin gekk væl, og øll mál vórðu virðiliga avgreidd, sigur nýggi politiski formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum.