Tað gongur framvegis at skriðuni hjá føroyska felagnum á Ólafsfirði. Í vikuni, sum fór, kom enn ein føroyskur kenningur til Ólafsfirðar í fótbóltsørindum. Páll Guðlaugsson er nú hjálparvenjari hjá Jens Martini Knudsen.
Páll Guðlaugsson hevur góð minni av Ólafsfirði. Undir hansara leiðslu í tvey ár vann felagið sær betri endastøður, enn teir nakrantíð høvdu gjørt áður.
Venjarasáttmálin hjá Pálli Guðlaugsson í Keflavík varð fyri einari góðari viku síðani strikaður. Men Páll gekk ikki leingi arbeiðsleysur. Mitt í síðstu viku kom hann norður á Ólafsfjørðin, har hann er farin til verka við tí eldhuganum, sum altíð hevur eyðkent venjaraarbeiðið hjá honum.
Sunnudagin var ÍBV á Ólafsfirði, og tað eydnaðist vestmannaoyingum at fara til hús aftur við øllum trimum stigunum. Teir vunnu 1?0. Málið fingu teir í 1. hálvleiki.
? Vit eru sera harmir yvir tapið. Aftur hesa ferð vóru vit omaná, tá tað snýr seg um spælbýti, og vit høvdu einar fimm stórar møguleikar at fáa mál. Men tað nyttar einki, tá tað bara eru hinir, sum megna at fáa mál. Tá teir høvdu skorað var gamaní hjá teimum at vera.
Hetta sigur Sámal Joensen av Ólafsfirði. Hann og allir hinir føroyingarnir vóru á liðnum hjá Leiftri:
? Jens Martin kundi einki gera við málið. Tað var aftur eitt dømi um, at vit ikki hava marginalarnar við okkum. Skotið hjá einum ÍBV manni rakti í ein av okkara spælarum á vegnum í máli, greiðir landsliðsmiðvallarin frá.
Leiftur er framvegis niðast í bestu deildini, og eftir tapið móti ÍBV tykist bjargingarlínan at vera uppaftur klænri, enn hon hevur verið. Tað eru seks stig hjá frá aftasta plássinum hjá Leiftri og upp til bjargingarplássið, sum er tað triðji aftasta.
Longu mikukvøldið skulu teir í føroyska felagnum aftur í eldin. Uppgávan ta ferðina verður ikki minni torfør, tí tá kemur KR at vitja. Komandi sunnudag skal Leiftur spæla móti næstaftasta liðnum í bestu deildini,og tá fer ikki at standa so væl til hjá Leiftri.
? Bæði John Petersen og eg fingu gult kort sunnudagin. Vit høvdu báðir tvey á kontoini, og so fellur hamarin. At vit ikki vera leikbannaðir mikukvøldið kemst av, at reglarnir eru soleiðis, at leikbannini frá vikuskiftinum eru ikki galdandi fyrrenn hósdagin aftaná, greiðir Sámal Joensen frá.
Pól á veg upp
Uni Arge og hinir á Akranesi høvdu sunnukvøldið vitjan av botnliðnum Stjarnuni. Uni Arge var í álopinum hjá ÍA, men tað eydnaðist hvørki honum ella nøkrum øðrum at fáa mál. Dysturin endaði málleysur, og tað var einki serligt úrslit hjá ÍA, sum droymir um meistaraskap og Europa Cup.
Hjá Pól Thorsteinsson og Vali gongst sum eftir ánni í næstbestu deildini. Fríggjakvøldið høvdu teir vitjan av IR, sum teir sendu til hús aftur við 3?2 tapi. Tvey lið flyta beinleiðis upp í bestu deildina. FH av Hafnafjørðinum er á odda við 31 stigum, og Valur hevur 30 stig. Teir hava onga kapping um næstfremsta plássið.
jh
Úrslit, Íslendska landssímadeildin
Leiftur-IBV0-1
ÍA-Stjarnan0-0
KR-Fylkir2-1
Keflavík-Fram3-3
Breiðablik-Grindavík
(leiktur eftir evstamark mánadagin)
Komandi dystir, 16. umfar
Grindavík-KR
Fylkir-Keflavík
Stjarnan-Leiftur
ÍBV-Breiðablik
Fram-ÍA01-0Henning Jarnskor
(15)1-01-0(Jónreid Dalheim, 70)
411-01-0Leivur Hansen
55-10-0Poul Henning Jacobsen
(13)12-00-0(Áslakur R. Petersen, 63)
68-10-0Jóan Petur Olsen
711-15-0Magni Jarnskor (liðformaður)
811-21-0Pauli Jarnskor
(14)12-21-0(Hans Pauli Petersen, 63)
911-71-1Súni Olsen
1012-50-0Óli Hansen
1211-42-1Helgi L. Petersen
Venjari: Johan Nielsen
GK: Súni Olsen 58, Jónreid Dalheim 72
Samanumtikið:
Klaksvíkingar megnaðu at vinna tey trý stigini, sum tykjast alneyðug, um KÍ skal gera sær nakrar vónir um europeiskan fótbólt komandi ár. Fyri gøtumenn merkti tapið, at teir allarhelst eru foknir í stríðnum um heiðursmerki.
Frágreiðingar
Dømi 1
111-(-17)0-0Waldemar Nowicki
Waldemar Nowicki (nr.1); 11 dystir 17 mál farin ígjøgnum; 0 gul og 0 reyð kort
Dømi 2
1510-21-0Alex Nielsen
Alex Nielsen (nr. 15); 10 dystir, 2 mál; 1 gult og 0 reyð kort
Dømi 3
54-00-0Kristian Nielsen
(11)3-00-0(Símun Hansen, 88)
Símun Hansen skiftur inn fyri Kristian Nielsen í 88. minutti
GK: Gul kort
RK: Reyð kort
Komandi dystir
1. deild menn, 14. umfar
27.08FS Vágar-SumbaNiklas á Líðarenda
27.08B68-KÍTummas Pauli Olsen
27.08B36-B71Jens Petur Brattalíð
27.08GÍ-NSÍPetur Hansen
27.08VB-HBLassin Isaksen
2. deild menn, 13. umfar
26.08HB-TBRegin Egholm
26.08NSÍ-GÍEiler Rasmussen
26.08ÍF-B36Sune Johansen
26.08KÍ-RoynPetur Hansen
26.08EB/Streymur-LÍFTummas Pauli Olsen
3. deild menn, 12. umfar
27.08FS Vágar-TBSune Johansen
27.08B68-KÍEdvard Højgaard
27.08B36-B71Ransin Djurhuus
27.08ÍF-SkálaHjalti Gleðisheygg
27.08VB-ABZoran Mancic
1. deild kvinnur
27.08NSÍ-VB Rúni Gaardbo
27.08HB-KÍ Tommy O. Joensen
Støðan - 1. deild menn
vunnintaptmál-
dystirv-j-tmálmálmunurstig
1HB139-2-229171229
2B68139-0-432221027
3VB138-3-22518727
4B36138-0-538172124
5NSÍ136-3-432211121
6KÍ136-2-529131620
7GÍ135-2-62626017
8B71132-2-91525-108
9FS Vágar132-2-91535-208
10Sumba132-0-11956-476
Støðan - 2. deild menn
vunnintaptmál-
dystirv-j-tmálmálmunurstig
1EB/Str.128-2-235171826
2TB127-2-33829923
3ÍF125-6-127131421
4B36125-2-52524117
5NSÍ125-2-52121017
6GÍ123-4-51826-813
7HB124-1-72939-1013
8LÍF123-3-61420-612
9KÍ123-3-61627-1112
10Royn122-5-51421-711