Sámal og Helgi eru ikki við

Burtursæð frá málverjuplássinum tykist bara ivi vera um eitt pláss úti á vøllinum á førloyska liðnum, sum leygardagin skal ímóti Skotlandi

Landsliðið

Fyrrapartin í gjár fór fótbóltslandsliðið undir fyrireikingar til fyrstu uppgávuna í EM-undankappingini. Henrik Larsen, landsliðsvenjari, hjálparmenninir hjá honum og teir átjan úttiknu spælararnir hittust á Svangaskarði, har allar venjingarnar verða, og har dysturin verður leygardagin klokkan 15.
Landsliðsvenjarin var á Svangaskarði týskvøldið, tá B68 og B36 spældu. Eftir dystin høvdu hann og hjálparvenjarin, Jógvan Martin Olsen, fund, og tá varð avgerð tikin um, hvørjir skuldu sáldast frá fyri at fáa bruttoliðið niður á átjan spælarar.
Sámal Joensen úr GÍ og Helgi L. Petersen úr NSÍ fingu týskvøldið at vita, at tað í fyrstu atløgu ikki er brúk fyri teimum. Allir spælararnir eru tøkir, men um onkur av teimum átjan verður skaddur undir fyrireikingunum, so er upplagt, at tað verður annar av teimum, sum í fyrstu atløgu eru sáldaðir frá, ið verður innkallaður.
Helgi L. Petersen spældi ein hálvan tíma, tá landsliðið fyri tveimum vikum síðani vann 3-1 á Liktenestein. Helgi noyddist at taka seg úr dystinum, tí hann var skaddur. Síðani hevur hann vant eina ferð, og mánakvøldið spældi hann ein hálvan tíma á Skála. Tað man landsliðsvenjarin hava mett vera ov lítil fyrireiking til stóru avbjóðingina ímóti Skotlandi.
Sámal Joensen var ikki við í hópinum ímóti Liktenstein. GÍ spælarin varð tá skaddur undir venjingunum, og tó at hann var um at koma fyri seg, so var hann ikki millum teir seinastu 18. Nú fall hann í hørðu kappingini um miðvallarplássini. Har kappaðist hann við Julian Johnsson, Fróða Benjaminsen, Jákup á Borg, Rógva Jacobsen, Hjalgrím Elttør, Heðin á Lakjuni og so John Petersen, sum bæði er evni til miðvøllin og álopið.

Lítið at ivast í
Størsti spenningurin undan landsdystunum er altíð, hvussu liðið fer at síggja út. Tann spurningurin fer at verða vendur og snaraður fram til leygardagin, men hesa ferð tykist tað bara at vera ivi um tvey pláss. Annað er, um tað verður Jákup Mikkelsen ella Jens Martin Knudsen, sum fer at verja málið. Hóast Jákup ikki er á besta liðnum í Molde, so tykist hann vera væl fyri. Jens Martin hevur ikki verið betri, enn hann er nú, og hann hevur átt sín stóra leiklut í, at NSÍ er oddalið í landskappingini.
Hitt ivasama plássið er ytsta miðvallaplássið í vinstru. Til tað plássið tykjast tað vera fýra møguleikar ? tveir úr KÍ og tveir úr HB. Hjalgrím Elttør segðist vera ætlaður til plássið móti Liktenstein, men hann varð skaddur. Heðin á Lakjuni er eitt evni, og tað eru Rógvi Jacobsen og kanska Andrew av Fløtum eisini.
Dysturin ímóti Liktenstein og avrikini síðani gera, at liðið ivaleyst fer at síggja soleiðis út: ??? ? Pól Thorsteinsson, Jón Rói Jacobsen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen ? Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen, Julian Johnsson, ??? ? John Petersen, Christian Høgni Jacobsen