Á Vágaportalinum í morgun mælti næstformaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Sámal Poulsen, til siglingarbann, um myndugleikarnir nú fara at skerja Fiskiveiðieftirlitið so nógv, at bert tað eina vaktar-og hjálparskipið fer at sigla.
- Eg vil staðiliga heita á samgonguna um at steðga hesi ørvitisætlan at skerja peningin til vaktar-og bjargingartænastuna. Um nú annað skipið verður svínabundið, eru okkara siglandi í beinleiðis vanda.
Næstformaðurin í Føroya Fiskimannafelag helt fyri, at tað er ein sera fátøk tilbúgving, vit hava sum er, og skulu vit nú skerja hana enn meiri, er hon einki verd.
- Tað er harmiligt, at okkara sjófólk skulu fáa so lítla virðing. Tað eru jú tey, ið halda samfelagnum koyrandi, men fáa bert eina lortaspann fyri og aðra eftir í høvdið. Nú er ovboðið. At skerja trygdina hjá teimum, ið bera landsins byrðar, er beinleiðis ørt.
Í lesarabrævinum sigur næstformaðurin í Føroya Fiskimannafelag, at um annað skipið verður lagt, heitir hann staðiliga á manningarfeløgini um at seta siglingarbann á fyri sínar limir.
- Eg vóni, at tit duga at síggja álvaran í hesum, skrivar Sámal Poulsen, næstformaður í Føroya Fiskimannafelag.