Miðvallarspælarin Sámal Joensen, sum hevur verið millum bestu spælararnar í kappingini í ár, spældir ikki í seinastu tveimum dystunum hjá GÍ. Sámal fekk ein skaða í knæið undir venjing, og hann má binda frið í fleiri vikur. Tí kann hann ikki spæla við, tá ið GÍ týskvøldið spælir ímóti KÍ í Klaksvík ella í seinasta dystinum leygardagin, sum verður á heimavølli ímóti B36.