Sámal Jacobsen 80 ár

Tann 15. september verður Sámal Jacobsen, skipari, í Havn 80 ár.
Tað eru fáir sum í sama mun sum Sámal kunnu sigast at vera eitt barn av havinum. Pápi hansara var Sámal Jacobsen í Søldarfirði, sum var skipari á Immanuel, tá ið hon gekk burtur við 19 monnum á vári 1932. Áttati ár eru liðin síðan hesa syrgiligu hending. At Sámal nú fyllir 80 ár merkir eisini, at hann er føddur faðirleysur.
Helena og Sámal áttu frammanundan Eiler, og nú sat Helena eftir við tveimum smáum synum.
Nøkur ár seinni giftist Helena til Skálavíkar við Niels Nicodemussen, sum eisini var fiskimaður alla sína virknu tíð. Sámal vaks upp í eini fiskimannabygd, og hjá honum var leiðin til sjós sjálvsøgd, so skjótt hann hevði rokkið tann aldurin.
Millum skipini, sum Sámal var við sum ungur, var Norðfarið, sum hann fór við í 1950 saman við fleiri øðrum ungum skálvíkingum, og var Eiler beiggi hansara millum hesar. Tá var Norðfarið ein av teimum góðu kjansunum at fáa.
Seinni fór Sámal á sjómansskúla og fekk prógv. Hann kom at sigla sum skipari og yvirmaður restina av sínum sjólívi. Hann var millum annað skipari á Havsøka, sum var eitt av teimum nógvu stállínuskipunum, sum komu frá seinast í 50-unum og fram í 60-ini.
Mitt í 60-unum var Sámal saman við Eileri og øðrum góðum monnum um at byggja Ísborg, sum var byrjanin til eitt rættiligt ævintýr í føroysku fiskiskapssøguni. Fyrst veiddi teir hemara við línu. Síðan var skipið umbygt til nótaveiðu, og tað er her ævintýrið byrjar.
Síðan fekk p/f Hvalnes sær Norðborg, sum upprunaliga varð bygdur í 1967 sum Norðbúgvin. Tað vóru Tummas Ørv við fleiri, sum bygdu hetta skip sum línuskip, eftir at Ásur var koppaður á nótaveiði í 1966. Norðborð var umbygdur til nótaskip og fór í vinnu í 1972. Her gjørdist Sámal skipari, og tað má sigast, at tað man vera fáur skipari, sum saman við síni manning, hevur ført so stóran fong til lands sum Sámal. Hann hevði eini serlig evni at leita stimarnar upp og at fáa teir innanborða. Hetta var ikki minst fyri makrel, har hann kundu fylla skipið ferð eftir ferð. Men tað sum telur meira eru persónligu eginleikarnir hjá Sámali. Hansara fremsta eyðkenni er hansara róliga og álitisvekjandi lyndi. Hann ger ikki nógv um seg, men fólkið umborð treivst so sera væl. Menn siglu við honum í ártíggir, og sum frá leið mundi manningin á Norðborg hava hægsta miðalaldur í flotanum! Menninir umborð kendu seg sum ein familja, og hetta var ikki minst takkað verið Sámali, hvørs eyðkenni eisini er trúfesti. Hann gloymir ikki sínar gomlu felagar. Sámal fær eisini besta ummæli av starvsfeløgum.
Tá ið Norðborg varð seld til Klaksvíkar fyri fleiri árum síðani, legðist Sámal uppi. Og tað kundi hann gera við góðari samvitsku, tí hann hevði sanniliga tænt sína verjuskyldu fyri føroyska samfelagið. Hann má roknast sum ein av veruligu slóðbrótarunum, tá talan er um uppisjóvarifiskiskap, sum seinastu árini hevur givið so nógv av sær til samfelagið.
Sámal er giftur við Ragnu, dóttir Elspu f. Wolles, ættað av Trøllanesi og Dánjal á Dul, sum í nógv ár var lærari á sjómansskúlanum. Ragna hevur verið honum ein góð kona og hevur verið ein av teimum mongu fiskimannakonunum, sum hava lagt rygg til í okkara samfelag. Tey bæði fingu tríggjar døtur, Helena, Elspa og Sólvá. Sámal er burturstaddur føðingardagin.