Sámal hevur givið avboð

Tíðliga í dystinum móti EB/Streymi noyddist GÍ-liðskiparin av vøllinum við vøddaskaða

Fótbóltur

 

- Hetta er av fanan og til. At fáa møguleikan at spæla móti heimsmeistarunum kemur kanska ongan tíð aftur í lívinum, so sjálvandi var hetta ein dystur, sum eg havi glett meg heilt nógv til.

Lagið á Sámali Joensen var einki serligt, tá hann í gjárkvøldið gav landsiðsvenjaranum, Jógvani Martin Olsen, avboð til komandi landsliðsuppgávurnar móti Italia og Skotlandi.

- Talan er um ein fipurskaða í lærinum. Hvussu leingi tað tekur at vinna á hesum, veit eg ikki, men vónandi kann eg vera við aftur, tá vit um tvær vikur spæla móti AB, sigur Sámal Joensen.

Hinvegin kann Jógvan Martin fegnast um, at Súni Olsen eftir øllum at døma er tøkur.

- Súni hevur vant við fullari ferð í vikuni, og tað hevur gingið væl. Enn hevur bóltur tó ikki verið við, men boðini frá honum í dag vóru, at hann er klárur at spæla, sigur Jógvan Martin Olsen.

Eftir avboðið telur landsliðshópurin nú 20 spælarar. Av hesum er Fróði Benjaminsen leikbannaður til dystin móti Italia. Á dómaraseðilin sleppa tó bert 18 spælarar, og við evstamark okkara var ikki greitt, hvørt Jógvan Martin Olsen fer at taka nýggjan spælara í hópin fyri Sámal Joensen.