Sámal heldur fram í GÍ/LÍF

Á heimasíðu sínari boðar GÍ/LÍF frá, at teir hava longt sáttmálan við fýra av spælarunum, sum í ár hava verið í Formula-hópinum. Millum hesar fýra er liðformaðurin, Sámal Joensen, í mong ár hevur verið roknaður millum stóru profilarnar í føroyskum fótbólti. Hinir tríggir eru Áslakkur R. Petersen, Niclas Niclassen og Jan Poulsen. Áslakkur og Niclas hava støðugt verið millum teir fyrstu ellivu á vøllinum, meðan Jan Poulsen er ein av ungu spælarunum, sum roynir at bíta seg fastan á liðnum.