Sámal Hanne Lognberg er handilsmaður í Skopun. Hann er júst afturkomin av uttanlandsferð og fleyg til Føroyar við Atlantsflogi.
- Áðrenn vit fóru avstað kannaði eg prísirnar á alnetinum, og fann tá fram til, at FaroeJet var bíligari enn Atlantsflog. Men tá eg so bað ferðaskrivstovuna um ferðaseðilin var hann við Atlantsflogi, helst tí bókingarskipanirnar eru einfaldari.
- Tað er tó ikki óhugsandi at eg velji FaroeJet næstu ferð. Eg fari har, sum eg fái teir bíligastu ferðaseðlarnar.