Fótbóltur
Tað kemur væl við hjá týdningarmikla miðvallaranum hjá GÍ, Sámal Joensen, at dysturin móti B68 er útsettur, orsakað av inter-toto luttøkuni hjá toftamonnum.
Sámal, sum ikki var við móti NSÍ herfyri, stríðist við ein skaða í rygginum, og sjálvur dugir hann ikki at siga, hvussu leingi tað fer at taka, áðrenn hann aftur er klárur at spæla.
- Talan er um ein geiðsla, sum er farin meira ella minni úr lið, sigur Sámal.
- Skaðin kom undir venjing, tá eg skuldi skjóta, men allar helst er hetta okkurt, sum hevur verið ávegis.
Sum nevnt, so er miðvallarin ikki vísur í, nær hann aftur kann spæla, men hann sigur tó, at hetta undir ongum umstøðum kundi verið heta vikuskiftið.
- Nú fáa vit at síggja. Eg fái viðgerð hvønn dag, og dysturin móti B68 er ikki fyrr enn mikudagin, so vónandi verði eg tøkur til ta tíð, sigur hann at enda.