Argja Bóltfelag, AB, tryggjaði sær í ár fyri fyrstu ferð í søgu felagsins uppflyting til næstbestu røðina hjá monnum, og tó at eingin sigur tað hart, so er tað helst eingin loyna, at Argjamenn droyma um at sleppa enn longur upp.
Fyrireikingarnar til komandi kappingarárið eru eisini langt síðani farnar ígongd, og nú hevur felagið eisini tryggjað sær venjaran til komandi kappingarárið. Tað verður nevnliga aftur í ár Sámal Erik Hentze, sum fer at standa við stýrisvølin. Sámal Erik, sum er 30 ára gamal taldist seinast í áttati- og fyrst í nítiárunum millum mest evnaríku leikararnar í HB, men millum annað orsakað av skaðum, rukku fótbóltsevnini ongan tíð so langt, sum útlit annars vóru fyri.
Ístaðin valdi hann fyri tveimum árum síðani at royna seg sum venjari, og eftir at tað gekk so hampuliga væl við næstbesta liðnum hjá HB fyrrárið, gjørdist hann í fjør venjari hjá AB, og higar til hava úrslitini so í øllum førum verið góð.