Tað hevur gingið framúr væl hjá Sámal Erik Hentze, nú hann fyri fyrstu ferð hevur verið høvuðsvenjari hjá barndómsfelagnum, HB.
Umframt starvið sum venjari er Sámal Erik eisini stjóri í egnari fyritøku, har hann hevur 16 mans í arbeiði. Og hetta er høvuðsorsøkin til, at hann nú takkar fyri seg sum venjari.
- Eg hevði gjarna vilja hildið fram. Men tað ber ikki til at halda á fram við tveimum størvum, sum hvør sær eru meira enn fulla tíð, sigur Sámal Erik Hentze við portalin.