Sámal Christiansen 75 ár

Góði pápi, verpápi og abbi

Tíðin gongur alt ov skjótt. Tað ræður um at fáa sum mest burturúr. Hetta verður ofta sagt, tá hugsað verður um lívið og gerandisdagin. Og spurt verður ofta, hvussu ein skal fáa dagin at ganga ?

Hesir spurningar hava ongantíð volda tær trupulleikar, tí tú hevur higartil havt eitt sera innihaldsríkt lív, hevur sett tíni fingramerki í bygdini og hevur eitt sera gott bakland í mammu. Seinastu árini hevur tú sjálvur sett dagsskránna, og hon hevur ikki verið keðilig. Tónleikur, abbabørn, seyðir, eplir, rabarbur, bátur og onnur evnið hava mynda gerðandisdagin. Ein góður og trúgvur vinarskarði er eisini týdningarmikil depil í tykkara lívi.

Lívið gott tit hava liva,
vakin, virkin og so góð,
fyrimynd vit skulu skriva,
heilsu bera vit nú fró.

Vit ynskja tær tillukku við degnum og ynskja, at tit bæði fáa nógv góð ár afturat. Frá okkum í Yemen, Sæby, Minnisota, Egå og Tórshavn.