23 ára gamli havnarmaðurin Sámal Blak, fekk í morgun handað gávugóðs úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum, sum er 60.000 krónur Í grundgevingunum varð sagt, at Sámal Blak hóast sín unga aldur longu hevur víst hegni og fjølbroyttar skapanargávur á fleiri listarligum økjum. Hann ger høggmyndir, málningar, pallmyndir og fløguhúsar. Harnæst er tað eisini Sámal Blak, sum hevur gjørt virðislønirnar, sum verða latnar tónleikarum á árligu Planet Awards.
? Tað er fyri at Sámal skal fáa umstøður at menna seg listarliga, at Grunnur Thorvald Poulsen av Steinum letur honum hesa gávu, segði Elin Súsanna Jacobsen, sum er vararektari á Fróðskaparsetrinum, tá hon handaði Sámali Blak gávugóðsið.
Sámal Blak gongur í løtuni á St. Martins College of Art and Design í London, men var komin heim til Føroya at taka í móti gávugóðsinum á Fróðskaparsetrinum í morgun.
Sí eisini kykmyndir, har samrøða við Sámal Blak og myndir frá handanini í morgun, eru at síggja