Sámal & Joan Jakku høvdu trupulleikar við tøknini

Trupulleikar við ljóðinum merktu konsertina hjá Sámali & Joan Jakku fríggjanáttina. Eftir eina seinking byrjaði konsertin, men ljóðið var sera vánaligt, og tað merkti teir á pallinum meira enn áskoðararnar. Hóast hesar trupulleikar, megnaðu teir at spæla seg hampiliga væl upp.

Sámal Ravnsfjall og Joan Jakku Joensen skuldu saman við Suna Olsen framføra klokkan 23.30, men konsertin var 45 minuttir seinkað. Sámal og Joan Jakku vóru heilt eyðsýnt sera firtnir inn á ljóðmennirnar.

- Hesir klaksvíks-teknikkararnir duga ikki til nakað sum helst, segði Joan Jakku, og tað gav ikki betri huglag til eina konsert, sum frammanundan hevði fingið eina eitt sindur óhepna byrjan.

Tó skal sigast, at Sámal & Joan Jakku mugu taka ein part av skyldini fyri tí miseydnaðu konsetertina uppá sínar herðar, tí at teir vóru heilt eyðsýnt ikki í besta standi til at spæla konsert.

Teir byrjaðu at spæla, men røddirnar hoyrdust illa, og monitorarnir vóru ikki frá. Sum konsertin leið kom tó betri skil á ljóðið, og Sámal & Joan Jakku megnaðu at spæla seg upp aftur við nøkrum gomlum vælkendum løgum.

Teir meira tilkomnu áhoyrarnir kendust væl við løgini, og summi sungu við, meðan summi dansaðu til løgini. Sum heild var tað ein heldur miseydnað konsert, sum var merkt av tekniskum trupulleikum, men har vóru tó einstakir glottar.