Sølvi: Vit doyggja ongantíð

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr landsliðsspælarin hjá Víkingi seta orð á minniligu upplivingini í Sarpugerði í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við landsliðsspælaran hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar aftaná minniliga brotssparkssigurin á HB í Sarpugerði í Norðragøtu í dag, har Víkingur vann 4-3 aftaná brotssparkskapping, og samanlagt 7-6 á HB í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

 

Víkingur hevur ikki snávað í føroysku steypakappingini síðani 2011, og Sølvi Vatnhamar slær eisini fast í samrøðuni: Vit doyggja ongantíð, sipandi til yvirlivilsisevnini hjá Víkingi í steypakappingini. 

 

Sølvi Vatnhamar heldur Víkingur hevði sigurin uppibornan, men hann viðgongur, at tað helt hart, og hann mátti ígjøgnum alla kenslu-skrásetingina undir dystinum. 

 

Nú ætlar Sølvi Vatnhamar sær at vinna steypakappingina fimta árið á rað.