Sølvi Vatnhamar er klárur

Leirvíkingur hevur verið ivasamur alla vikuna, men hann hevur vant við í gjár og í dag. Tí bendir alt á, at tað verður við Sølva Vatnhamar á høgra vongi at føoyska liðið skal takast við Ungarn í annaðkvøld.

 

- Sølvi Vatnhamar vandi við í gjár, og hann venur aftur við í dag, sigur Lars Olsen.

 

Út frá venjingunum, so er líkt til, at tað verður Gunnar Nielsen í mál. Verjan verður Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen.

 

Les eisini: Nýggjur liðskipari á landsliðnum

 

Lars Olsen vil ikki endaliga staðfesta at Fróði Benjaminsen byrjar inni, men váttar at tað er sannlíkt. Hinir báðir á miðjuni verða Hallur Hansson og Brandur H. Olsen. Fremsti maður verður Jóan Símun Edmundsson.

 

Ivamálini eru á vengrunum, har Sølvi Vatnhamar spælir, um hann er fult klárur. Tað er tað nógv, sum bendir á at hann er.

 

Størst kapping tykist vera um vinstra vong plássið. Kaj Leo í Bartalsstovu hevur røkt hatta plássið á landsliðnum, men móti Kosovo fyrr í ár, stóð hann seg væl betri á høgra vongi enn vinstra vongi.

 

Til venjing hevur Árni Frederiksberg verið á vinstra vonginum, meðan René S. Joensen hevur avloyst Sølva Vatnhamar á høgra vongi, tá leirvíkingurin hevur sitið uttanfyri.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum móti Ungarn, ið verður í annaðkvøld á Tórsvølli. Dysturin byrjar klokkan 19.45, meðan Rás2 byrjar at senda klokkan 16.