Seinasta og helst størsta útnevningin á ársins-tiltakinum á Hotel Føroyum í kvøld var ársins leikari. Tá skuldu tey bestu av øllum í kvinnu- og mansdeildini finnast.
Hjá monnunum vóru Andreas Lava Olsen, Sølvi Vatnhamar og Páll Klettskarð. Her var tað Sølvi Vatnhamar úr Víkingi, sum varð valdur sum tann besti. Hann varð fyrr í kvøld eisini kosin ársins miðvallari.
- Tað hevur verið ein langur upptúrur síðan vit fluttu heimaftur, og nú endar tað við at gerast besti spælari í Føroyum. Tað kann nokk ikki koma longri enn hetta her, segði Sølvi við Rás2 eftir at hann fekk heiðurin.
Hjá kvinnunum vóru Ansy Sevdal, Rannvá B. Andreasen og Milja R. Simonsen tilvnevndar, og her var tað KÍ-veteranurin, Rannvá B. Andreasen, ið streyk avstað við heiðurinum sum ársins leikari.
- Tað er altíð gott at fáa herðklapp, og eg haldi tað hevur gingið væl í ár, so hetta var bara deiligt, segði Rannvá við Rás2.