Sølvi Mortensen á Sandi 90 ár

Í dag - 23. juli - fyllir pápi okkara, Sølvi Mortensen, 90 ár.

 

 

Tað er gleðiligt, at tú kann halda hendan stóra dagin við nøkrum fáum av tínum nærmastu. Títt ynski var tó at hava opið hús í Missiónshúsinum og kunna bjóða fólki til drekkamunn og eitt prát. Hetta ber tó ikki til í ár vegna korona.

Foreldur tíni vóru Jóhan Mortensen og Elisabeth Mortensen á Sandi. Tit vóru trý systkin á lívi, Leiv sáli, ið var júst trý ár eldri enn tú og Jona Sandoy, sum býr á Sandi. Tit mistu tríggjar systrar av sjúku, tá tær vóru smáar.

Mammu tína misti tú á ungum árum, og tað hevur fylt í tíni lívssøgu. Tú átti ein pápa, ið var sera húsligur og sum passaði Elisabeth ommuna í eitt ár, tá hon lá sjúk. Tú hevur so vist fingið gott í beinið og hevur dugað at víst umsorgan fyri okkum børnum, mammuni og annars nógvum, ið høvdu stuðul fyri neyðini.

Sum ungur sigldi tú við fiskiskipum og gjørdist seinni skipari. Tú var sera glaður fyri sjólívið og hevur ofta tosað um ferðirnar við skipi, um fiskiskapin og upplivingar á sjónum, bæði góðar og ringar. Og sambandið við fleiri av monnunum, tú sigldi saman við, hevur tú altíð hildið við líka.

Tá vit vóru smá, legðist tú upp á land og bleiv handilsmaður. Abbin og omman høvdu handilin Eldhús, so tú kom inn í virkið og var handilsmaður, heilt til tú gavst, tá tú var komin upp í sjeyti árini.

Sum handilsmaður vart tú stak blídligur og dámdi væl at tosa við fólk. Eisini hevði tú nógv samband við heilsølur í Havn og dámdi væl at ringja og bíleggja vøru og samstundis fáa eitt hugnaligt prát.

Vit minnast, at tá tøknin tók yvir, og tað bara skuldi bíleggjast við strikukotu umvegis teldu, so ringdi tú ofta allíkavæl, tí tú saknaði tað livandi sambandið, ið samrøðan gav.

Einum andaligum heimi á Sandi brendi tú fyri, so Missiónshúsið fylti nógv í tíni frítíð, og tær dámdi avbera væl at hava sunnudagsskúla fyri børnunum og fortelja teimum bíbilsøgur.

Saman við øðrum skipaði tú fyri útferðum á sumri, við sunnudagsskúlanum, har vit sluppu at hoppa í posa, renna postarenning og mangt annað stuttligt.

Hesar útferðir eru góð barnaminnir, har tú stuttleikaði tær óført við børnunum.

Tú hevði møtir og fekk fólk at koma til Sands, og tí høvdu vit ofta gestir. Hesi  kvøldini í heiminum vóru stak hugnalig, har fólk komu til drekkamunn og prát.

Pápin, tú hevur altíð verið so sera lívsglaður, og tín kristna trúgv var ikki bara nakað, ið tú segði við orðum, tú útinti hana í tínum dagliga lívi og virki.

Tín kærleiki hevur verið ein stórur stuðul gjøgnum alt okkara lív.

At koma til Sands var at fáa kærleika og merkja umsorgan.

Tú hevur eisini verið ein avbera góður abbi fyri okkara børn, og tey hava nógv gott at minnast aftur á frá ferðunum á Sandi.

Fyri trimum árum síðani var tú so illa sjúkur, og tit noyddust at flyta á ellisheimið Áargarð, og tú og mamman fingu stovu saman.  Har hevur tú megnað at ment teg og er vorðin nokkso væl fyri aftur.

Mamman og tú hava fylgst alt lívið, og tit hava altíð verið ófør at stuðla hvørjum øðrum. Nú eru tit saman á einum kamari, og vit gleðast um at kunna vitja tykkum og av og á at fáa tykkum niðan í heimið.

Hjartaliga tillukku á 90 ára degnum, góði pápi, verfaðir, abbi og langabbi og Jesu signing í komandi døgum.

Bestu føðingardagsheilsanir

Margret og Jan við familjum