Leygardagin 23. juli 2005 fyllir ein kendur sandingur 75 ár - pápi okkara Sølvi Mortensen. Pápin hevur í eitt mannaminni verið ein bygdarmynd á Sandi. Saman við svágrinum Carl Jóhan hevur pápin rikið handilin Eldhús, og mong munnu kenna blíða og lívliga handilsmannin, sum altíð er klárur at práta og skemta við fólk ikki bert við dagligu kundarnar úr sandoynni, men eisini við mongu ferðafólkini, ið vitja handilin.
Pápin er sum seyðurin á Sandoynni ikki stórur, men knáur. Tað ið hann velur at gera, gongur hann upp í við lív og sál, og tí er hann ein maður, ið setir spor eftir seg hjá teimum, ið hava við hann at gera.
Áðrenn tú sær hann kanst tú ofta hoyra hann langa leið, syngjandi. Sum í kvøld, tá íð hann kom av Sandi til okkara. Bilurin var nóg illa støðgaður úti á vegnum áðrenn vit hoyrdu heitu røddina á pápanum syngja Gud er på tronen endnu.
Sum ungur valdi pápin sjólívið. Róði í fleiri ár út í Grønlandi. Fór á skiparaskúla og førdi skip sum skipari og stýrimaður. Hann var ein fiskiklógv, og vildi fegin havt sjólívið sum sína lívsleið. Men tá ið vit børn komu, valdi pápin kortini at vera heima hjá okkum, og lívið sum handilsmaður í handlinum hjá verpápanum Jógvani á Eldhúsi.
Pápin hevur fyrst og fremst valt at liva fyri síni nærmastu, og fyri at tæna Gudi. Hann varð umvendur til trúgv sum ungur, og tók skjótt stig til at byggja Missiónshús á Sandi. Hann var við til at byggja húsið fyrst í 60-árunum, og var fyristøðumaður fram til fyri stuttum. Pápin er kendur sum lívligur og eldhugaður predikantur, sum altíð er fúsur at tala gudsorð bæði úti og heima. Altíð við tí góða og positiva gleðiboðskapinum men ongantíð við peikifingrinum tað liggur bara als ikki til pápan. Hann er kendur fyri at duga væl at syngja, og at seta lív í boðskapin við at syngja gamlar missiónssangir við síní sterku og kláru rødd. Pápin er ein maður man ikki kann lata vera við at dáma, og tí hevur hann eina ørgrynnu av góðum vinum runt um allar Føroyar ikki minst innan heimamissiónina.
Pápin er sjáldsama lívsglaður maður. Hann elskar Føroyar og føroysku náttúruna, og er úti í bø og haga hvørja fríløtu, út til seyðin, ið hann passar á trimum træum. Pápin livir í núinum, gleðist um alt, er altíð positivur, og hugsar fyrst um at gleða onnur heldur enn seg sjálvan. Hann er ein sonn orkukelda, ið ongantíð situr hendur í favn. Altíð er hann fyrstur at hjálpa til.
Pápin er ikki bert nærverandi, men eisini nærlagdur og arbeiðssamur. Tað sæðst aftur á húsunum, sum altíð eru væl málaði, og á snotuliga urtagarðinum, sum enn verður hildin væl - betini eru lúkaði og grasvøllurin tætt sligin. Fólk ið koma framvið kunnu vissa seg um, at her býr ein glað sál við væl varðveittum barnalyndi. Tí mitt á plenuni hevur pápin nýliga sett eina hvíta standmynd í fullari stødd ið vísir ein fittan pissandi smádrong og sjálvandi kemur vatn eisini úr standmyndini.
Fyri abbabørnini er hann besti vinurin, og tey elska hann, tí hann tekur tey við út í hagan og á trøðna at vitja ærina Marionnu. Og so fortelur hann søgur fortelur um sprutthol og gívrinarfót, syngur gamlar gloymdar sangir, og dansar ringi-ringi-rósu við teimum, so tey ýla av frøi. Men barnavinurin røkkur longri enn til síni egnu abbabørn. Sjálvt ókunnubørn frá fleiri tjóðum í Keypmannahavn fekk hann at dansa og syngja á føroyskum, tá vit búðu í Danmørk. Og flestu børn á Sandi hava gingið í sunnudagsskúla hjá honum, og munnu minnast livandi mannin, sum fúsur og stuttliga blásti lív í Guds orð.
Góði pápin. Vit royna at læra okkum at vera nærverandi mótvegis okkara nærmastu, at liva í núinum, at raðfesta tey ting í lívinum sum geva okkum innihald, bæði í heimalívinum og í arbeiðslívinum, at vera lívsglað og positiv, og vera nakað fyri onnur og vit hava kent, at hetta er alt annað enn lætt. Men alt hetta er tú frá náttúrunar hond, og tí eru vit takksom fyri at vit eins og hjúnarfelagar okkara og børn okkara kunnu hava teg sum okkara lýsandi fyrimynd. Takk fyri tín kærleika og tína góðsku pápin. Hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Vónandi fáa vit lov at eiga teg hjá okkum í mong ár framyvir.
Føðingardagurin verður hildin hjá børnunum í Havn, saman við teimum nærmastu.
Margret og Jan