Í kvøld verður toppdystur í Sarpugerði millum tey bæði liðini, sum framvegis eru ósigrað. Víkingur, sum er næstovast, fær vitjan av KÍ, sum er ovast.
-Fyrstu fýra umførini hava verið á einari leið. Við iðraðu okkum yvir, at tað ikki eydnaðist at skora mál á Eiði, har úrslitið var málleysur javnleikur. Tá høvdu vit fleiri góðar málmøguleikar, og um vit høvdu vunnið, so hevði úrtøkan verið tíggju stig ella tvey færri enn tann hjá KÍ, sigur Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi, og hann heldur fram:
-Í dystum ímóti góðum liðum dúva vit við fleiri ungum spælarum upp á umstillingar. Menvit ætlaðu ikki at vera so aftarlaga, sum vit ímóti B36 vóru í fyrra hálvleiki. Eftir steðgin var tað soleiðis, sum vit høvdu ætlað, at tað skuldi vera.
Á sentrala miðvøllinum eru 19 ára gamli Géza David Turi og 18 ára gamli Noah Mneney. Í kvøld er møguleiki fyri, at teir fara at hava Jákup B. Andreasen og Deni Pavlovic, sum ikki var á KÍ listanum ímóti EB/Streymi, at spæla ímóti.
-Hetta verður stór avbjóðing hjá teimum. Teir hava spælt í eitt ár, og talan hevur verið um stóra menning. Hjá ungum monnum er møguleiki fyri útsvingum. Men hjá okkum er týdningarmikið at minnast til – uttan mun til hvussu tað gongur – at tað eru hesir, sum vit hava til hesi plássini. Arnbjørn Svensson er niðri í skúla, og ein møguleiki er, at eg varð fluttur longur aftur. Men tað er í framrættaða partinum, at tað hevur verið meiri striltið. Eg havi einki mál skorað higartil í ár, og tilsaman hava vit bara skorað fýra mál, so tað er har, at vit skulu verða dugnaligari. Tølini siga, at verjuspælið hevur verið gott, sigur Sølvi Vatnhamar, sum í fjør skoraði 12 mál í landskappingini og var næstbesti málskjútti hjá Víkingi. Finnur Justinussen, sum var toppskjútti, hevur slitið krossbandið.
KÍ hevur fulla úrtøku og málmunin 14-0. Deni Pavlovic var ikki við ímóti EB/Streymi, og Heini Vatnsdal var ikki á vøllinum eftir steðgin. Tað er stór kapping um plássini, nú KÍ fyrireikar seg at fara til Gøtu, har KÍ í fjør vann tvær ferðir.
Síðsta ferðin, at Víkingur vann stig á heimavølli ímóti KÍ, var 17. mars í 2019, tá ið úrslitið var 2-2.