Fyrr í kvøld boðaði Víkingur frá, at felagið hevði longt um sáttmálan við liðskipara sín og føroyska landsliðsliðskiparan, Atla Gregersen.
Les eisini: Liðskiparin heldur fram
Nú boðar Víkingur frá, at felagið eisini hevur longt um ein sáttmálan við ein annan lyklaleikara, nevniliga landsliðsleikaran Sølva Vatnhamar.
Nýggi sáttmálin ímillum Víking og 31 ára gamla Sølva Vatnhamar er galdandi fyri tvey tey komandi árini.
Sambært Faroesoccer hevur Sølvi Vatnhamar spælt 218 dystir í Effodeildini, allar við Víkingi. Frammanundan tað spældi hann við táverandi LÍF.









