Tá einstaklingakappingin í judo var, stóð læknin Sølvi Winther Olsen og fylgdi við uttan fyri motturnar, klárur at leypa inn, um onkur av føroyingunum kom illa fyri.
Og Sølvi slapp eisini at royna seg, men tíbetur var tað ikki ein føroyingur, ið hevði meitt seg. Tað var ein maður frá Gibraltar, sum lendi skeivt aftaná eitt kast og tók seg til nakkan. Sølvi var skjótur inni saman við læknanum á staðnum, og aftaná greiddi Sølvi frá, at judoíðkarin hevði meitt sær vøddan, sum gongur frá oyranum og niður móti østbeininum.