Fyrrapartin í morgin fer landsliðsvenjarin, Lars Olsen, at hava landsliðsúttøku til komandi landsdystirnar móti Aserbadjan og Kosovo.
Men longu nú er greitt, at eitt av føstu valunum hjá Lars Olsen í hópinum, Sølvi Vatnhamar, ikki fer at vera partur av hópinum.
Undir dystinum móti B36 í dag, gjørdist Sølvi Vatnhamar skaddur í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, tá hann brast saman við B36 málverjan, Trygva Askham. Sølvi Vatnhamar greiðir í kvøld frá, at hann hevur boðað frá, at hann ikki kann spæla komandi vikurnar.
- Eg havi brotið nøkur rivjabein, og má binda frið frá fótbólti komandi tríggjar vikurnar. Eg eri sjálvsagt sera harmur um, at eg ikki kann vera við til teir báðar komandi landsdystirnar, men soleiðis kann tað einaferð ganga, og tað má eg bara taka, sigur Sølvi Vatnhamar.