Stóri maðurin hjá Víkingi nógvu tær seinastu ferðirnar hevur verið Sølvi Vatnhamar. Í 10ara leiklutinum hevur hann skorað seks mál higartil í ár, og sambært bolt.fo hevur hann lagt upp til fleiri mál enn nakar annar. Tíggju ferðir hevur hann átt næstsíðsta fótin á.
Sølvi hevur verið við í øllum fjúrtan landskappingardystunum. Fýra ferðir er hann útskiftur fram ímóti dystarenda, tá ið stigini eru komin til høldar, og venjarin hevur mett tað at vera skynsamt at spara lyklaspælaran til næstu avbjóðing.
Nú er tað greitt, at Sølvi Vatnhamar verður ikki við, tá ið Víkingur leygardagin í Sarpugerði fer at seta punktum og fyri fyrstu ferð í nógv ár fer at halda summarfrí, tí víkingarnir ikki eru við í Europa.
-Í 3-0 sigrinum á Argjum síðsta sunnudag breyt eg armin. Tað var fram ímóti dystarenda og eftir nærdyst. Fallið var óheppið, og kanska datt ein av mótstøðumonnunum niður á armin. Eg fekk ilt, men tað var ikki verri enn so, at eg var við inntil síðsta bríksl. Pínan gjørdi, at eg varð røntgenkannaður. Í fyrstu atløgu sóu teir einki, men so vísti tað seg, at eitt bein í arminum er brotið, og tað ber við sær, at tað verður neyðugt at halda frí frá fótbólti í einar 3-4 vikur, sigur Sølvi Vatnhamar.
Tað er bara dysturin ímóti TB eftir hesumegin summarsteðgin. Sølvi vónar, at hann verður tøkur aftur, tá ið Víkingur ólavsøkuaftan skal spæla í Gundadali ímóti B36. Tað er tó møguleiki fyri, at ólavsøkudysturin verður útsettur. Tað verður hann, um B36 megnar at spæla seg víðari í Europa kappingini.
B36 skal spæla á útivølli 11. juli og á heimavølli 18. juli.
Um tað eydnast B36 at spæla seg víðari, verður ólavsøkudysturin ímóti Víkingi útsettur, tá tá skal B36 spæla í Europa 26. juli og 2. august.











