Sølvi: Atli fyllur nógv bæði so og so (FM1)

(FM1) Hoyr stríðsmannin, Sølva Vatnhamar lýsa sigurin á Malta. Hoyr hann eisini lýsa kamarsfelagan á landsliðnum, Atla Gregersen

##med2##

- Atli fyllur nógv, bæði so og so. Hetta sigur liðfelagin í Vìkingi og kamarsfelagin á landsliðnum, Sølvi Vatnhamar.

Sølvi og Atli Gregersen hava deilt kamar á landsliðnum seinastu fýra árini, og Sølvi viðgongur, at tað verður eitt sindur tómt nú Atli gevst á landsliðnum, men enn er ein túrur til Noregs og Svøríkis eftir minnir Sølvi á.

Um 1-0 sigurin á Malta sigur Sølvi, at teir vóru ikki nøgdir við fyrra hálvleik, men teir fingu rætta uppá nøkur ting, og seinni hálvleikur var munandi betri, staðfesti Sølvi.

Um sítt egna avrik sigur 33 ára gamli Sølvi Vatnhamar: - Formurin er ikki so galin, og ein klárar at hanga í. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sølva Vatnhamar.

##ms##

(Samrøða við Sølva Vatnhamar)