Sølva vann

Leygarkvøldið var finalan í árligu Ársins Songrødd kappingini í Badmintonhøllini í Havn. Tá allir tíggju finalistarnir høvdu framført hvør sítt lag, og atkvøðurnar vóru taldar upp einar tríggjar ferðir, var greitt, at ársins songrødd eitur Sølva Ford

- Tað var ógvuliga tætt millum fremstu finalistarnar, og eg haldi at atkvøðurnar blivu upptaldar tríggjar ferðir, fyri at vit skuldu vera heilt vís í, hvør ið vann.

Orðini eigur ein av fyrireikarunum, Mark Joensen, um eina spennandi sangkapping leygarkvøldið.

Ongantíð fyrr hava so nógvir luttakarar teknað seg til kappingina um at gerast ársins songrødd, og sambært fyrireikarunum var ongin ivi um, at teir tíggju finalistarnir høvdu vant dúgliga.

Men bert ein kann sita á 1. plássi og í ár var tað 28 ára gamla Sølva Ford, ið vann á hinum luttakarunum, tá hon framførdi "Baby one more time" hjá Britney Spears.


Kent navn

Okkurt graml hevur verið at hoyrt um, at kappingin í ár skuldi vera órættvís, tí fleiri kend nøvn og fyrrverandi luttakarar í kappingini, vóru millum luttakararnar í ár.

Hesum er Mark Joensen ikki samdur í og ávarar ímóti at taka kappingina í ov stórum álvara.

- Ætlanin við kappingini er at øll, sum hava hug at royna seg, skulu hava møguleikan til tess, uttan mun til um tey fyrr hava staðið á palli ella ikki. Eg haldi ikki at kappingin gerst órættvís av teirri orsøk, og eg haldi at tey, ið føra hatta fram, taka kappingina eina tonn ov nógv í álvara, sigur Mark.

Navnið á vinnaranum hava flestu fólk hoyrt fyrr. Sølva Ford hevur sungið saman við Bergmonnum í longri tíð, og haðani man hon vera best kend.


Røddin hóskar til popp

Fleiri av fyrrverandi ársins songrøddum eru rættiliga komnar fram eftir at hava vunnið sangkappingina, meðan aðrar røddir eru tagnaðar stutt eftir.

Mark Joensen metir, at sigurin leygarkvøldið væl kann gerast startskotið hjá Sølvu Ford til eina tónleikaleið innan fyri popptónleik.

- Higartil hevur hon mest sungið country, og hon var kanska ikki sjálv greið yvir sítt potentiali sum poppsangarinna. Nú hevur hon fingið prógv fyri, at hon eisini dugir at flyta seg innan fyri ta sjangruna, og vit, fyrireikararnir, meta, at hon hevur rødd til at koma fram innan hetta slag av tónleiki.

Vinningurin, ið Sølva Ford slapp heim við leygarkvøldið, var tíggjutúsund krónur, umframt heitið sum ársins songrødd.

At døma eftir gongdini farnu árini, letur hetta heitið hurðina upp fyri stórum eftirspurningi millum konsertfyrireikarar, so sigurin leygarkvøldið er helst bara byrjanin.