Í sambandi við fundin hjá grunninum Nuuk/Reykjavík/Tórshavn í Havn, bjóðaði borgarstjórin í Reykjavík Sølvu Ford til mentanarnátt í íslendska høvuðsstaðnum Nuuk og Tórshavn hava havt eitt mentanarsamstarv síðani 1984, og hetta samstarv varð víðkað seinni til eisini at umfata íslendska høvuðsstaðin, Reykjavík.
Borgarstjórarnir í teimum trimum høvuðsstøðunum hittast einaferð um árið, har teir gera av, hvørjum tiltøkum teir stuðla fíggjarliga.
Í gjárkvøldið bjóðaði so borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, til døgurða í Móttøkuhúsunum hjá býráðnum.
Til undirhald var Sølva Ford biðin at syngja, og borgarstjórin í Reykjavík, Ólafur Friðrik Magnusson, gjørdist so imponeraður av henni, at hann bjóðaði henni til Íslands at verða við til mentanarnáttina í Reykjavík, upp á standandi fót.
Talan er í veruleikanum um ein mentanardag, tí byrjað verður longu frá morgunstundini av við Reykjavíkarmaraton, og so verður skipað fyri tiltøkum gjøgnum allan dagin, og hildið verður fram langt út á náttina.
Millum tiltøkini eru tónleikaframførslur, og millum hesar verður so eisini Sølva Ford.
Ein av sangunum verður »As Years Go By« hjá Rolling Stones ? tað bað Ólafur Friðrik Magnusson serliga um.
Sosialurin hevur gjørt eina samrøðu við borgarstjóran í Reykjavík sum heldur, at Tórshavn á mangar mátar er ein fyrimynd fyri Reykjavík. Samrøðan verður í Sosialinum í komandi viku.










