Í gjár, 15. mars, fylti Sólvá Dam í Havn 60 ár. Sólvá er kona Atla Dam, fyrrverandi løgmann. Hon er ættað av Tvøroyri, dóttir Magnus og Onnu Malenu Hovgaard, sum bæði vóru úr Hovi.
Sólvá er útbúgvin sjúkrasystir í Danmark, og starvaðist hon í nøkur ár á Bispebjerg Hospital, til hon og Atli Dam fluttu heim til Føroya við dóttrini Onnu, tá Atli í mars 1970 tók við sum landsstýrismaður, eftir at Villi Sørensen var deyður.
Sólvá og Atli fingu synirnar Petur Mohr og Magnus, eftir at tey vóru flutt heim aftur til Føroyar.
Sólvá Dam starvast sum sjúkrasystir á deild 8 á Landssjúkrahúsinum.