Sólvá og Svedala komu í endapælið

Tá Sólvá Dimon í januar gjørdi sáttmála við svenska flogbóltsfelagið Svedala Volley, var endamálið hjá felagnum at tryggja sær pláss í endaspælinum. Tað eydnaðist sunnudagin.

Sunnudagin vann Svedala Volley 3-2 á RIG Falköping, og tað var júst nóg mikið til at sleppa upp um strikuna og at sleppa við til endaspælið í bestu svensku flogbóltsdeildini.

Kravið undan hesum dystinum var, at Svedala á heimavølli skuldi vinna tvey sett, og tað eydnaðist til fulnar – ikki minst við góðum spæli frá Sólvá Dimon.

Hon var við eini úrtøku upp á 14 stig næstbesti spælarin á liðnum, saman við einari aðrari. Heili 12 av stigunum vann hon liðnum í álopsspælinum, umframt at hon vann Svedala eitt stig við servu og eitt við blokki.

Við sigrinum endaði Svedala trý stig framman fyri mótstøðuliðið sunnudagin, og við einum áttandaplássi var tað akkurát nóg mikið til at koma í fjórðingsfinalurnar í endaspælinum.

Fjórðingsfinalurnar fevna um fimm dystir ímóti Engelholm, sum hevur verið nógv tað besta liðið í vetur við 50 stigum. Liðið hevur vunnið 17 dystir og bara tapt ein, so óivað fáa Sólvá og tær nú sína sak fyri.

Men tær eru í endaspælinum, og harvið hevur Sólvá verið við til at givið liðnum tað, venjarin vónaði, tá sáttmáli var gjørdur við hana. Sáttmálin er fyribils galdandi til endan á hesum kappingarárinum.