Guernsey: Tað var Sólva Joensen av føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti, sum hesa ferð fekk heiðurin av at bera Merkið til oyggjaleikasetanina.
Sjálv hevði hon vitað av hesum í eina viku undan leikunum, og hon duldi ikki fyri, at hetta kendist sum ein stórur heiður.
- Tá eg varð spurd um hetta, nýtti eg ikki langa tíð um at taka av. Tað er í øllum førum ikki nakað, sum tú fært møguleikan fyri fleiri ferðir, og sjálvandi er tað ein stórur heiður, segði ein stolt Sólvá, beint sum setanin var liðug.
Um hetta segði hon annars, at tað, sum hon einamest óttaðist, var, at tað skuldi verða ov tungt hjá sær at bera Merkið undir allari setanini.
- Eg hevði avtalað við Heðin, at hann skuldi halda seg nærhendis mær, um so var, at eg ikki orkaði at bera, men tað gjørdist so tíbetur ikki neyðugt, sjálvt um nú eri nóg so troytt í armunum. Men nú er so bara at hvíla. Fyrsti dysturin hjá okkum er longu í morgin (sunnudagin, blðm.) og tað er so ikki nakað, sum vit kunnu loyva okkum at taka lætt uppá. Vit hava jú eitt gullmerki frá seinast at verja, segði Sólvá Joensen at enda.