Sølvá Ford fer at syngja á Fjarðafestivalinum í juni mánaði Eins og undanfarnu ár verður høvuðsdenturin á Fjarðafestivalinum lagdur á føroyskar bólkar og einstaklingar.
- Fyrsta navnið, vit hava valt at kunngera, er Sølvá Ford. Søla er eitt kent andlit í føroyska tónleikaheiminum, hon hevur verið virkin í fleiri ár bæði sum solistur og í bólki, sigur Fjarðafestivalurin.
Á Fjarðafestivalinum 2008 sang Sølva ein sang saman við Lynda Randle, hetta var sera væl móttikið av áhoyrarunum.
Nú fáa fólk so enn ein møguleika at hoyra Sølvu Ford á Fjarðafestivalinum.