Ein føroyskur flogbóltsspælari skal næsta árið luttaka í landskappingini í Luxsemburg. Suðurrás veit at siga, at 19 ára gamla Sólvá Dimon av Tvøroyri hevur gjørt avtalu við felag í bestu flogbóltsdeildini í Luxsemburg. Avtalan kom í lag, tá ið EM undankappingin varð hildin í Føroyum í mai mánaði í ár. Felagið eitur VBAmberlenster, sum í fjør vann sær pláss í bestu kvinnudeildini í Luxsemburg. Fyrsta avbjóðingin hjá Sólvá Dimon verður næsta vikuskifti, tá liðið skal luttaka í kapping í Suðurtýsklandi.
Fyrsta umfarið í landskappingini verður síðst í september, og hildið verður fram í landskappingini inntil síðst í apríl, skrivar Suðurrás á heimasíðu síni sudurras.com.