Eftir at hava spælt á hægsta stigi í Luxembourg, Svøríki og Danmark síðstu tvey árini, var Sólvá Dimon í gjár aftur at síggja á Eik-liguliðnum hjá TB, sum vann 3-1 á SÍ í Sørvági. Og hon var sera fegin um aftur at spæla við barndómsfelagnum:
– Tað er fantastiskt at vera við TB aftur. Og at eg so longu í fyrsta dystinum var við til at spæla ímóti nummar eitt í kappingini, gav eisini eitt eyka »kick«, segði Sólvá eftir dystin, har hon væl og virðiliga fekk víst, at hon er styrkur hjá tvørakvinnum, nú avgerandi løtan í kappingini nærkast.
– Nú taptu vit fyri Fleyr fyri einari góðari viku síðani, so tað hevði nógv at siga fyri okkum, at vit vunnu henda dystin. Nú skulu vit vinna rest.
Vit spurdu hana eisini, um tað var stórur munur á at koma úr bestu donsku flogbóltsdeildini til ein toppdyst í bestu føroysku deildini:
– Ja, flogbólturin her er á eitt sindur lægri stigi enn í Danmark. Men tað ber til at hækka stigið, og eg haldi, eg hetta var ein dystur, har bæði lið gjørdu, at tað var á nokk so høgum stigi. Pulsurin var alla tíðina uppi og lív var í dystinum allan vegin, segði Sólvá Dimon.









