Sølutorgið alment tikið í nýtslu

Tað hevur verið leingi á veg, men í dag læt Sølutorgið fyri fisk og fugl endiliga upp í Vágsbotni Tað var næstan Ólavsøkustemningur, tá Sølutorgið í Vágsbotni læt upp í dag.

Heilt fitt av fólki var komið saman til almenna hátíðarhaldið fór fram klokkan fýra fríggjadag. Ólavsøkudámin syrgdi Hornorkestrið fyri.

Elin Lindenskov, forkvinna í Mentanarnevndini, legði fyri við at bjóða vælkomin, og segði síðani nøkur orð um sjálvt Sølutorgið. Hon viðgekk, at ógvuliga drúgv tíð er gingin, síðani málið av fyrstan tíð tók seg upp, og síðani er aftur gingin drúgv tíð við nógvum útsetingum, meðan arbeiðið er farið fram.

Borgarstjórin, Heðin Mortensen, helt eisini eina røðu, har hann millum annað treiv í ætlanirnar hjá býráðnum at hugna um alt økið sum tað er.

Eisini hann bjóðaði øllum vælkomnum, ikki bert borgarum í Havnar kommunu, men úr øllum Føroyum.

Men eitt er, hvat almennu umboðini siga, annað hvat meinigi maðurin heldur. ì hesum føri vóru tó øll á einum máli, bæði seljarar og keyparar. Øll vóru samd um, at her er talan um ógvuliga góðar umstøður, og seljarar vóru avgjørdir um, at teir fara at koma aftur, eins og keyparar avgjørt ætlaðu sær at vitja Sølutorgið at keypa sær ein góðan feskan føroyskan bita.