Á seinsummardegnum leygardagin 30. august skipar Sandavágs Ítróttarfelag fyri afturvendandi tiltakinum við sølutorgi, har fólk kunnu selja út av gomlum lutum
Í fleiri ár hevur Sandavágs Ítróttarfelag skipað fyri einum tiltaki, har fólk kunna leiga sær eitt borð frá felagnum fyri ein sámiligan penga.
So kunnu tey selja tað, teimum lystir. Kanska er onkur, sum eigur eina sofu, eitt gamalt koppastell ella ov nógvar leikur? Íðan, so er bara at leiga sær eitt borð í Sandavági leygardagin.
Og minst til: Leygardagin er eisini ókeypis at koyra gjøgnum tunnilin vestur í Vágar.










