Sølutelt í Vágsbotni

Hósmorgunum varð eitt telt sett upp í Vágsbotni, á økinum har standmyndin av Nólsoyar Pálli er.

Tað eru tær báðar Drós í Ólavsstovu og Gudna á Rógvi Joensen, sum eiga og reka D&G Souvenirs, sum hava sett teltið upp. Tær selja ymiskar lutir sum t.d. føroyskar troyggjur, bøkur, málningar, fløgur og aðrar gávulutir.


Hetta er eitt frítíðarítriv hjá okkum. Ætlanin er at seta teltið upp, tá veðrið er gott og nógv fólk eru í býnum, t.d. tá ferðamannaskipini vitja. Vit selja vørur frá føroyskum famleiðarum og listafólkum. Í hesum sambandi eftirlýsa vit vørur frá føroyskum listafólkum, sum eru vælkomin at seta seg í samband við okkum, siga Drós í Ólavsstovu og Gudna á Rógvi Joensen frá D&G Souvenirs.