Sølustjóri hjá Sika Danmark A/S

Sika Danmark A/S hevur sett føroyingin Árna Laksáfoss í starv sum sølustjóri.

Við hesum nýggja starvinum styrkir fyritøkan um sína kundatænastu og sølu í bæði Danmark, Føroyum og Íslandi innan ídnað og báta- og bilproduktir.

Árni Laksáfoss, ið er klaksvíkingur og 48 ára gamal, kemur frá einum starvi sum søluverkfrøðingur í somu fyritøku og hevur altjóða søluroyndir frá m.a. miðeystri og eysturevropeiska marknaðinum.