SøluRásin 2009 verður í høllini á Skála komandi vikuskiftið.
Hetta er ein afturvendandi sølustevna, sum Skála Ítróttarfelag, Skála Róðrarfelag, StÍF og Strálan skipa fyri.
Stevnan hevur altíð verið væl vitjað, og er høllin fullsett við framsýnarum. Eisini verður undirhald báðar dagarnar.
Úr rúgvuni av tiltøkum nevna fyrireikararnir millum annað, at leygardagin verður gyklarin Ásbjørn og Freki Finn, og seinni koma Juliannu Boys og country kongurin Hallur Joensen og vinir at undirhalda.
Sunnudagin verður eisini ymiskt á skránni: Lisa Frederiksberg syngur saman við øðrum og stórt vørutombola verður uppi í bygdasalinum. Seinni á degnum kemur Trøllafamiljan at vitja og Jens Marni Hansen kemur á pallin at syngja.
- Umframt alt hetta verða tvær mótasýningar hvønn dagin. Tað síðsta, sum hendir hvørt kvøldið er, at trekt verður á pallinum um ymsar vinningar millum seld atgongumerki fyri dagin, har høvuðsvinningar eru tveir kekkar á 5000 krónur, har trekt verður millum øll seld atgongumerki fyri báðar dagarnar.