Nú leygardagin og sunnudagin, fara F.S. Vágar og Vinnufelagið í Vágum at skipa fyri sølustevnu í Ítróttarhøllini á Giljanesi.
Tiltakið byrjar leygardagin kl. 15, og nógv áhugavert er á skránni, bæði fyri eldri og yngri, til skemt og álvara. Fleiri fyritøkur og handlar luttaka og vísa hvat tey virka og selja. Eisini koma fleiri bólkar úr Vágum at syngja og spæla. Jan Mortensen, fer at greiða frá hvat Vinnuhúsið arbeiðir við og kann bjóða vinnulívinum. Og ymiskt undirhald er eisini, m.a. ein hoppiborg fyri børn.
Skráin er henda:
Leygardagur 4. des.
Kl. 15.00 Stevnan letur upp
Kl. 16-20 Hoppiborg í fimleikahøllini (Kostnaður 10 kr)
Kl. 17.00 Happy Kids framføra
Kl. 18.00 Mótashow
Kl. 20.00 Valdemar & John syngja og spæla
Kl. 22.00 Stevnan letur aftur.
Sunnudagur 5. des.
Kl. 15.00 Stevnan letur upp
Kl. 15.30 Køkutombola
Kl. 16-20 Hoppiborg í fimleikahøllini (Kostnaður 10 kr)
Kl. 17.00 Vinnufundur v/ Jan Mortensen
Kl. 18.00 MMM syngja og spæla
Kl. 19.00 Jólamðurin vitjar
Kl. 20.00 Mótashow og undirhald við FS-Vágar leikarum
Kl. 20.30 Drigið verður ímillum málpartabrøvini ´99
Kl. 21.00 Stevnan endar.
Matsølan bjóðar: Kaffi, the, pizza og rísalmande. Føroya Tele skipar fyri Internet Cafe báðar dagarnar Karikaturtekning/Plakat av FS-Vágar liðnum 1999, fast til keyps. Uppskoti til undirsjóvartunnilin verður sýnt fram á stevnuni.
Luttakarar á sølustevnuni:
L?ey, Kropsrøktin, Kovin, Hjá Randi, Vakstrarhúsið á Lofti, OilWind, Búnýti, Gluggin, FK, Prýði, Sørvágs Snikkaravirki, Føroya Tele, Handilsvirkið Niclasen. Ætlanin er at hetta skal gerast eitt fast tiltak, har vinnulívið í Vágum far bjóða tað fram, ið verður framleitt og selt í oynni. Og í jólatíðini er eisini upplagt hetta við eitt sindur av hugna og skemti.










