Aftur í ár verður støra sølustevnan í ítróttarhøllini á Skála. Tað er eins og undanfarin ár fýra feløg, sum skipað fyri sølustevnuni, sum verður nevnd Sølurásin 2006. Talan er um STÍF, Skála Ítróttarfelag, Skála Róðrarfelag og Strálan.
Aftur í ár verða nógvir framsýnarar, og fyrireikararnir vænta nógvar gestir. Sosialurin støkk inn á gólvið í ítróttarhøllini á Skála, har ið teir gjørdu klárt til Sølurásina. Tað er ein rúgva av sjálvbodnum arbeiði, sum verður gjørt at leggja gólv á og at seta básarnar upp millum annað.
Alt vanligt virksemi í høllini, so sum hondbóltur og innandura fótbóltur, varð avbrotið hósdagin, tá ið teir byrjaðu at gera klárt til Sølurásina.