Søluhátturin av JFK ikki nøktandi

Tíðindaskriv frá Sambandsflokkinum

Samstundis sum Sambandsflokkurin fegnast um, at gongd er komin á at einskilja almennar vinnufyritøkur, má flokkurin staðfesta, at framferðarhátturin ið nýttur er í sambandi við søluna av JFK, er óvirðiligur fyri eitt nútíðarsamfelag.
Tað eru fá lond í heiminum, hvar ið tað almenna er við í so stórum parti av vinnufyritøkunum sum í Føroyum. Sambandsflokkurin hevur staðiliga mælt til at vit sleppa okkum burturúr hesi støðu sum skjótast, men tað sum nú er hent viðvíkjandi søluni av JFK er ikki tann einskiljingartilgongdin, sum Sambandsflokkurin vil virka fyri.
Tað er Sambandsfloksins áskoðan, at allar vinnufyritøkur og grunnar, sum virka undir vanligum marknaðartreytum, eiga at verða einskild. Men hetta skal gerast á einum fríum marknaði, har øll hava sama møguleika at keypa. Tað kann ikki góðtakast at landsins virðir verða seld útvaldum persónum fyri ein ógvuliga ivasaman kurs, sum eingin hevur møguleika at eftirkanna. Sølur av slíkum slag eiga at verða gjørdar við fullum gjøgnumskygni.
Sambandsflokkurin leggur dent á, at spurningurin er ikki um persónar ella lokalsamfeløg, men at talan er um at varðveita tað grundstøði, at øll skulu hava somu rættindi til landsins ognir.