Framsýningin er opin til 14. mai, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18. Eisini er opið eftir avtalu.
Mælt verður til at halda hóskandi frástøðu, 2 metrar, og í mesta lagi 10 fólk eru ísenn í gallarínum.
Øll framsýningin er at síggja á http://www.galeriefocus.com/html/frams%fdning.html, ringjast kann á 229876 og avtala tíð at koma í gallaríið.
Á framsýningini eru m.a. keramisk verk, málningar og akvarellir. Harafturat er eitt stórt úrval av eldri og nýggjari litografium. Møguleiki er at bjóða upp á keramisku verkini.
Amariel Norðoy (f. 1945) var á Det Kongelige Danske Kunstakademi frá 1977 til 1983, har hann, millum annað, fekk høvi at ganga á Mur og Rum har Robert Jacobsen var lærari, frá tí tíðini stava keramisku verkini sum eru á hesari framsýningini.
##med2##
Hesi somu árini bleiv Amariel Norðoy boðin at gera litografiir á UM-grafik í Keypmannahavn. Seinni hevur hann eisini gjørt litografiir á øðrum grafiskum verkstøðum.











