Meðan bátafestivalur verður á Toftum í morgin, verður eisini søluframsýning av listaverkum hjá Eyðfinni Jacobsen. Talan er bæði um málningar og tekningar Eyðfinn er føddur í 1951. Hann er ættaður úr Vestmanna, men býr í Havn.
Hann byrjaði sum blaðungur at tekna, og hann hevur eisini málað í nógv ár.
Mamma Eyðfinn var av Skála og pápin úr Vestmanna. Omman, Sanna, var av Nesi.
Málningarnir, sum eru við á framsýningini, eru út við 100 í tali, og teir eru allir málaðir við olju.
Tekningarnar eru 78 í tali, og tær mynda eitt nú landsløg, bygdaløg, skip og annað við tilknýti til sjóvinnu.
Søluframsýningin er í niðaru hæddini í Gamla Oyrahandlinum á Toftum ? við inngongd omanfyri.
Málningarnir verða seldir úr 800 krónum og upp í einar 2.000-3.000 krónur hvør.
Høvið verður soleiðis hjá fólki, sum leita sær út á Toftir í morgin, at pynta sær húsini við einum góðum keypi.
Eyðfinn hevur verið sjómaður, og hann er eisini útbúgvin bókbindari. Hann hevði bókbindarí í kjallara sínum í Havn í 14 ár.
Í dag starvast hann sum bilførari.
- Eg havi frið á mær, tá eg máli, og hevur kvøldið eydnast væl, fari eg glaður til songar, sigur Eyðfinn Jacobsen.
Søluframsýningin í Oyrunum letur upp í morgin leygardagin klokkan 15.