Gunnar Mohr, stjóri í P/F Poul Michelsen Heilsølu, sigur, at heilsølan vanliga hevur seks sølufólk, sum hvørja viku koyra kring landið at selja, men nú alt samfelagið er við í einum átaki at halda corona-smittuvandanum niðri, fara seljararnir hjá PM teir næstu dagarnar at sita við telefonina og selja og fara tískil ikki fysiskt út til viðskiftafólkini.
- Hetta er bæði fyri at verja viðskiftafólk og starvsfólk, og vit vilja gjarna gera okkara til at minka um smittuvandan, sigur stjórin, sum vísir á, at heilsølan kortini koyrir vørur út sum vant, og tað fara tey eisini at gera ta komandi tíðina.
Gunnar Mohr sigur, at tá vøra verður koyrd út um landið, eru bilarnir ofta so tíðliga á staðnum, at handlarnir eru stongdir. Tí koyrir bilførarin ofta vøruna bara beint inn í vørugoymsluna hjá viðskiftafeløgum.
- Soleiðis er ofta lítið samband millum tann, sum koyrir og kundan. Í miðstaðarøkinum verður vøran gjarna koyrd út, sum dagurin gongur, sigur stjórin í P/F Poul Michelsen Heilsølu.
Gunnar Mohr endurtekur áheitanina, sum hann hevði á In.fo fyrr í kvøld, og sum eisini er prentað í VikuskiftisSosialinum í dag, um ikki at leypa fram av. - Fólk eiga at fara til handils sum vanligt, tí tað er eingin orsøk til annað, heldur hann fyri.
Heilsølustjórin leggur dent á, at Føroyar slett ikki eru í einari matvørukreppa, og tískil eiga fólk at keypa inn, soleiðis sum tey plaga. At fólk leggja vørur inn undir seg, er eftir hansara tykki púrasta óskiljandi og fullkomiliga óneyðugt.
- Vit hava fleiri hundrað tons av matvørum, og ongar ábendingar eru um, at vit ikki fara at fáa okkara vørur heim sum vanligt, sigur Gunnar Mohr, stjóri í P/F Poul Michelsen Heilsølu.