Sólskipan til fløgur

Í hesum planetblaðnum verður fløgan hjá Lenu Let Your Scars Dance ummæld, í hesum sambandi verður ein nýggj sólskipan tikin í nýtslu.

Hetta verður fyrsta fløgan, ið fær planetir fyri góðskuna.” Hægsta talið av planetum verður bert givið, um fløgan kann metast millum tær bestu av sínum slag í heiminum, og ein tílík fær eina heila sólskipan: Tað er allar tær átta planetirnar í okkara sólskipan: Merkur, Venus, Jørðina, Mars, Jupiter, Saturn, Uranus og Neptun. Er fløgan út av lagið vánalig og átti hon ikki at verið givin út, fær hon onga planet, og alt himmalhválvið verður goymt í stjørnumjørka. Fløgur, ið liggja millum hesar báðar mótpolar, fáa so planetir eftir góðsku. Fløgan hjá Lenu er t.d. sera góð og fær tí seks planetir, hetta merkir, at stjørnumjørkin goymir tvær av planetunum.