Sólsetur og Sólsetur

Lív Clementsen, Vegna jarðarferðarfyritøkuna Sólsetur
----
Rættleiðing til grein í Dimmalætting 1. mai 2013 um blaðið hjá Landsfelag Pensjónista, Sólsetur, og jarðarferðarfyritøkuna Sólsetur
Í byrjani av greinini stendur m.a. at heitið á limablaðnum hjá Landsfelag Pensjónista síðani 1996 hevur verið Sólsetur fer nú í søguna, tí ein gravarferðarfyritøka hevur skrásett seg við navninum.
Av tí eg eri blivin spurd av fólki um hetta er so, vil eg fegin koma við eini rættleiðing. Leygardagin 9. juni 2012 stóð á portal.fo
Pensjónstar skipa fyri navnakapping
Blaðið hjá Landsfelag Pensjónista, »Sólsetur«, skal hava nýtt navn. Felagið sigur, at samtykt er, at blaðið eigur at fáa annað navn, ið breitt signalerar, hvat felagið stendur fyri í dagsins samfelag. Kapping verður tí útskrivað um nýtt navn til blaðið, og uppskotini skula verða felagnum í hendi í seinasta lagi 1. september 2012. Navnanevnd verður sett at velja út nýtt blaðnavn ímillum innsendu uppskotini. Øll uppskot eru kærkomin. og fær vinnarin 1.500 kr. í vinnaraløn
Mín viðmerking er
Vit høvdu í eina tíð hugsað um navnið Sólsetur, og høvdu fingið at vita, at ongin hevði juridiskan rætt til navnið. Tó vildu vit ikki skráseta tað, tí blað teirra eldru bar navnið. Ein mánað eftir at navnakappingin varð útskrivað, avgjørdu vit at skráseta navnið Sólsetur til okkara virksemi, at veita jarðarferðarhjálp, kanska betur kent undir danska orðinum “bedemand” í Føroyum. Sum vit byrjaðu í januar í ár.
Í blaðið teirra eldru fyri apríl stendur grein um hetta og takka vit fyri góð ynskir, sum har verður ynskt okkara virksemi.